MENNINGIN LOYSIR SEG

 
 
 

EINAR GRØNAR, SJÁLVBERANDI
OG FRÆLSAR FØROYAR

SAMAN BYGGJA VIT VÍÐARI

 
 
TJODVELDI_Plakat_Flokkur-lines-1.jpg
 
 

VIT HALDA FRAM AT MENNA FØROYAR. Og øll tøk, sum eru tikin á sjálvstýris- og sjálvbjargnisleið, hava loyst seg. Vit eru komin so langt saman. Men nógv er eftir at gera. Og menning tekur tíð.

TÚ VEITST, HVAR TÚ HEVUR TJÓÐVELDI. Vit siga tað, sum vit gera, og gera tað, sum vit siga. Ongantíð áður hevur ein stjórn í Føroyum framt so nógv av tí, sum stóð í samgonguskjalinum. Nógv er framt, mangt er í menning, og nýggjar avbjóðingar skulu setast á dagsskrá.

Menning merkir broyting. Framburður. Betran. At tingini ikki bara eru, sum tey eru. Hetta samgonguskeiðið hevur Tjóðveldi tikið tung tøk at menna fiskivinnuna, pensjónirnar, heilsuverkið, altjóða samstørv og okkara fíggjarliga støðufesti.

ENDAMÁLIÐ ER GREITT. Øll tøk og øll menning førir okkum nærri málinum um einar grønar, sjálvberandi og frælsar Føroyar, javnsettar við okkara grannalond og við allan heim. Føroyar eru verdar at menna, og menningin loysir seg.

 
 
 

FRÆLST FÓLK Í FRÆLSUM LANDI

Tjóðveldi vil, at Føroyar verða skipaðar sum sjálvstøðug tjóð. Fólkið í Føroyum eigur alla avgerðina um, at Føroyar verða skipaðar sum fullveldi og sjálvstøðugt land. Í komandi valskeiði hevur tað týdning, at vit áhaldandi bjálva okkum búskaparliga, so at vit gerast eitt sjálvberandi samfelag. Vit hava yvirtikið fleiri málsøki í hesum farna valskeiði, og vit mugu halda á við at taka ábyrgd.

Somuleiðis vil Tjóðveldi, at vit taka fulla ábyrgd á uttanríkispolitiskum málum, at vit lækka ríkisveitingina, fyrireika yvirtøkur av dómsvaldi, løgreglu, rættarskipan og loftferðslumálum, og at vit taka ábyrgd fult og heilt av útlendingaøkinum. Tjóðveldi vil, at vit skipa føroyskan lestrarstuðul til øll føroysk lesandi, eisini uttan fyri Føroyar.

Tjóðveldi vil, at vit gera ein fullveldissáttmála við Danmark, har vit áseta samstarv um gjaldoyra, rættindini hjá fólki í báðum londum og annað samstarv sum tvær sjálvstøðugar vinatjóðir. Tjóðveldi vil, at sáttmálin síðan verður lagdur til fólkaatkvøðu hjá Føroya fólki. Vit skulu somuleiðis samtykkja okkara egnu stjórnarskipan.

 
darkgrey.gif
green.gif
 

OKKARA VALEVNI

 
 
Annita   á Fríðriksmørk

Annita
á Fríðriksmørk

Beinta   Løwe

Beinta
Løwe

Bjørt   Samulesen

Bjørt
Samulesen

Brandur   Arnoarson

Brandur
Arnoarson

Dánjal Jákup   Jakobsen

Dánjal Jákup
Jakobsen

Dávur   Syderbø

Dávur
Syderbø

HEIDI   Lava Elgeirsdóttir

HEIDI
Lava Elgeirsdóttir

Heini   Hátún

Heini
Hátún

Hervør   Pálsdóttir

Hervør
Pálsdóttir

Høgni   Hoydal

Høgni
Hoydal

Ingolf   S. Olsen

Ingolf
S. Olsen

JenUs   í Trøðini

JenUs
í Trøðini

Jóanis Erik   Køtlum

Jóanis Erik
Køtlum

Jóhan   Christiansen

Jóhan
Christiansen

Jón   Kragesteen

Jón
Kragesteen

Júst   Johannesen

Júst
Johannesen

Katrin   Kallsberg

Katrin
Kallsberg

Kristina   Háfoss

Kristina
Háfoss

Kristina   Toftegaard Larsen

Kristina
Toftegaard Larsen

Magni   Arge

Magni
Arge

Marin Katrina   Frýdal

Marin Katrina
Frýdal

Óluva   Klettskarð

Óluva
Klettskarð

Pauli   Trond Petersen

Pauli
Trond Petersen

Páll   á Reynutúgvu

Páll
á Reynutúgvu

Pól Esper   hansen

Pól Esper
hansen

Rógvi   Nybo

Rógvi
Nybo

Sirið   Stenberg

Sirið
Stenberg

Snorri   Patursson

Snorri
Patursson

Sonni   á Horni

Sonni
á Horni

TuriÐ   Horn

TuriÐ
Horn

Uni   Árting

Uni
Árting

Vigdis   Johannesen

Vigdis
Johannesen

TJODVELDI_Plakat_Flokkur.jpg