7

TJÓÐARMÁL
LØGTINGSVALIÐ 2019

Tað er eingin løtt loysn á teimum avbjóðingum, sum føroyska samfelagið í dag hevur fyri framman. Tí er neyðugt, at vit í summum málum leggja partapolitikk og seráhugamál til viks og standa saman um at loysa trupulleikar fyri tjóðina.

 
TJODVELDI_Plakat_Flokkur.jpg
 
43299-Tjodveldi_Tjodarmal-1-1350x675-.jpg

Tjóðarmál 1/7
Í Føroyum
skulu øll kunna
fáa bústað

 
 
 

Tjóðveldi vil, at allir avvaraðndi partar semjast um at byggja 500 bústaðir aftrat, bæði sum leiguíbúðir og lutaíbúðir. Tjóðveldi vil vera við til at skipa eina tankasmiðju, sum kann geva íblástur til at loysa bústaðarspurningin frameftir. Heimilað verður Bústøðum at útgeva lánsbrøv við trygd í føstu ognini. Eitt føroyskt realkredittlánsbræv verður skipað, og kommunurnar fáa heimild at byggja fjølbroyttar eldra- bústaðir og lutaíbúðir. Bústaðir skal fáa heimild at geva 2. veðrættarlán til húsabygging í bygdum og útjaðarum. 300 milliónir skulu setast av til vardar bústaðir. Lestrarbústaðir skulu byggjast kring landið, har útbúgvingarstovnar eru – í Vági og í Klaksvík er hetta í gongd. Og avmarkingar skulu setast fyri, í hvønn mun útlendingar skulu kunna keypa bústaðir og fasta ogn í Føroyum.

 
 
haga.jpg

TJÓÐARMÁL 2/7
ALT LANDIÐ SKAL FÁA GAGN AV FERÐAVINNUNI

 
 
 

Føroyska ferðavinnan eigur at verða burðardygg og gagnlig fyri allar partar, sum hon hevur ávirkan á. Ferðavinnan skal eisini leggja pengar eftir sær um alt landið.

Rætturin at ferðast í náttúruni skal tryggjast og skipast í samstarvi við fólk á staðnum, tey sum varða av jørðini og við dyggum atliti at náttúruni og hvat hon tolir. Allir føroyingar skulu hava rætt til at ferðast í høgum í Føroyum við fyriliti fyri landbúnaði, náttúruvernd og virkseminum hjá jarðaeigarum og festarum. Føroyingar skulu ikki gjalda fyri vanliga gongd í haga og í fjøllum, men tað skal verða møguligt at taka gjald fyri vinnuligar gonguferðir.

Lendisplanleggingarlóg skal gerast, sum tryggjar, at lendi verða brúkt skilabest. Margfeldislógin skal samtykkjast, so atlit verður tikið til, hvussu vit best verja okkara náttúru. Tjóðveldi hevur longu eina lidna lóg at leggja fyri tingið, tá ið tað kemur saman.

 
 
7tjodarmal-vidgerdrartrygd.jpg

TJÓÐARMÁL 3/7
VIT SKULU MENNA EINA FØROYSKA VIÐGERÐARTRYGD

 
 
 

Áhaldandi tøkini fyri at útvega fleiri serlæknar og onnur skikkað heilsustarvsfólk, má halda fram, so at fleiri viðgerðir kunnu gerast í Føroyum. Hetta er ein fortreyt fyri, at vit fáa sett føroyska viðgerðar- og útgreiningartrygd í verk, sum skal tryggja, at fólk fáa stundisliga viðgerð í Føroyum. Tjóðveldi vil heldur menna føroyska heilsuverkið enn at flyta viðgerðir, sum kunnu gerast í Føroyum, av landinum. Tjóðveldi vil framhaldandi virka fyri, at vit keypa fyrstafloks viðgerðir frá útlendskum sjúkrahúsum eftir tørvi.

 
 
gronorka.jpg

TJÓÐARMÁL 4/7
GRØN ORKA FER AT VINNA Í LONGDINI

 
 
 

Atlit til náttúruna og ítøkilig tøk fyri at leggja um til varandi orkukeldur skulu setast á breddan á øllum mótum komandi árini. Tjóðveldi vil, at frá 2022 skulu nýggj sethús og bygningar lúka krøv um grøna orkuveiting, og at vit gera tað møguligt hjá øllum at leggja um til varandi loysnir.

Somuleiðis vilja vit, at lóggáva fyri vinnuliga dálking verður herd, og at fyritøkur, sum gera íløgur í orkuvinarlig skip og reiðskap, skulu fáa fyrimun. El- og vetnibilar skulu fáa fyrimun, og mvg-frítøka skal víðkast til at fevna um allar grønar orkuskipanir og bjálving av sethúsum og bygningum. Tjóðveldi vil seta í verk ítøkilig stig at basa allari plastdálking á sjógvi og landi.

Somuleiðis vil Tjóðveldi, at vit taka tey 17 heimsmálini hjá ST til okkum.

 
 
7mal-familja.jpg

TJÓÐARMÁL 5/7
FØROYSKAR LOYSNIR SKAPA FRÆLSI Í FAMILJULÍVINUM

 
 
 

Tjóðveldi vil, at vit fara undir at stytta um arbeiðsvikuna hjá teimum, sum starvast í vakttungum størvum. Tjóðveldi vil taka stig til samráðingar við partarnar á arbeiðsmarknaðinum um møguliga stytting av arbeiðsvikuni. Tjóðveldi vil, at vit skapa størri rásarúm til barnafamiljur í mun til barnsburðarfarloyvi, har størri atlit skal takast til tørvin hjá einstøku familjuni. Familjurættur er í hesum valskeiðnum komin á føroyskar hendur, og tí kunnu vit nú gera eina føroyska foreldramyndugleikalóg, sum tekur útgangsstøði í, hvat er best fyri barnið.

Tjóðveldi vil, at vit seta fólkaheilsuna í fremstu røð, og at vit leggja áherðslu á heilsufremjan og fyribyrging. Umframt, at vit komandi árini varpa ljós á matvanar og góðsku á stovnum kring landið, við serligum atliti til at eta lokalt og dygdargott.

 
 
gronorka.jpg

TJÓÐARMÁL 6/7
EITT STERKT VINNULÍV
ER BULURIN

 
 
 

Tjóðveldi vil uppraðfesta rávøru- og matvørumenning, so vaksast kann um útflutningin av hádygdarvørum. Føroyar skulu gerast munandi meira sjálvveitandi við matvørum sum mjólkaúrdrátti, grønmeti, kjøti og sjómati, og vilja vit í hesum sambandi skapa eina nútímans jarðar- og landbúnaðarlóggávu. Vit skulu virka fyri, at felags átøk fyri kreativar vinnur verða samskipað í mentanar-, vinnu-, og uttanríkispolitikki. Í øllum innkeypi skal føroysk førleikamenning vera ein partur av tiltøkunum, og har tað eru útlendsk feløg, sum vinna útboð, skulu eisini vera treytir um førleikamenning í Føroyum.

Tjóðveldi er til reiðar at endurskoða vinnupolitikkin og virka fyri eini burðardyggari vinnumenning. Tjóðveldi vil virka fyri at rúmka um ræsurnar hjá øllum føroyskum vinnum, sum virka í útlondum, og í tí sambandi eisini virka fyri at flutningsvinna á sjógvi og landi fær í minsta lagi somu sømdir í øðrum londum, sum onnur fáa heima hjá okkum.

 
 
allastadni.jpg

TJÓÐARMÁL 7/7
VIT SKULU VIRKA OG LIVA ALLASTAÐNI Í FØROYUM

 
 
 

Tjóðveldi vil, at vit raðfesta teir tunlar, sum eftir eru at byggja í Føroyum, og soleiðis gera eina miðvísa ætlan fyri hesum. Eftir hvalbiartunnilin verður beinan vegin byrjað við tunlinum Norður um Fjall og síðan hinar størri landtunlarnar. Av smærri tunlunum verður eftir dalstunnilin farið undir fámjinstunnilin, og síðan tunlar til Tjørnuvíkar og Gjáar. Tjóðveldi vil, at vit seta suðuroyartunilin á skrá. Vit skulu dagføra strandfaraflotan, og vit skulu áhaldandi menna samferðslumøguleikar til útoyggj og smápláss. Vit skulu hava serskipanir so, at tað áhaldandi verður gjørligt at búgva og virka á útoyggj. Hetta merkir eitt nú, at nýggj almenn arbeiðspláss skulu um gjørligt skapa møguleikar hjá fólki á útoyggj at arbeiða á staðnum.