HETTA HAVA VIT LOYST SAMAN

 
olive.gif

1

 

FRAMSKYGDUR FÍGGJARPOLITIKKUR,
SUM TRYGGJAR OKKUM FRÆLSI

Ein sterkur búskapur er fyrsta fyritreyt fyri einum sjálvberandi, frælsum samfelag. Við hegnisligum búskaparpolitikki hevur samgongan vent stórum halli til stórt avlop.

Við Búskapargrunninum hava vit bjálvað búskapin og hava nú nakað at standa ímóti við, tá ið tíðirnar venda. Vit hava samanlagt eina milliard í avlopi á fíggjarlógini og hava goldið nógv niður í skuld. Ríkisveitingin úr Danmark er í dag bert 3% av BTÚ, og Tjóðveldi vil, at vit halda á við at styrkja og menna búskapin so, at vit gerast fult og heilt óheft av danskari ríkisveiting og samstundis hava ein sterkan og sunnan búskap.

 

2

 

VIT HAVA SAMEINT
OKKARA 3 SJÚKRAHÚS

Okkara heilsuverk er ein av grundsúlunum undir føroyska vælferðarsamfelagnum, og seinastu fýra árini hava vit uppraðfest og ment heilsuverkið á mongum økjum.

Játtanin til heilsuverkið er hækkað við 250 millónum krónum, serlæknatalið økt við einum fjórðingi, og fleiri øki eru ment munandi, eitt nú psykiatriin og røntgenøkið. Og størsta frambrotið er, at tey trý føroysku sjúkrahúsini nú eru undir einari leiðslu og samstarva væl um øll øki, sjúklinginum og samfelagnum at frama. Tjóðveldi vil, at vit halda fram við at menna eitt nútímans, norðurlendskt sjúkrahúsverk. Samstundis vil Tjóðveldi, at vit halda fram við at menna psykiatriska økið, eins og vit hava gjørt seinasta valskeið. Tjóðveldi arbeiðir miðvíst við at javnseta sálarligu heilsuna við likamligu heilsuna.

 

3

 

PENSJONISTAR HAVA FLEIRI
PENGAR UM HENDI

Okkara elstu borgarar skulu hava góð og rík ellisár, har tey hava frælsi til at virka og liva eftir tørvi. Tað setti samgongan sær fyri, og við pensjónsnýskipanini hava vit millum annað tryggjað, at pensjónistar hava meira pening um hendi, og frá 1. januar eisini størri frælsi til at tilrættisleggja ellisárini eftir tørvi við fjølbroyttum pensjónsaldri og møguleikum fyri at halda fram á arbeiðsmarknaðinum ella at fara frá fyrr.

Tjóðveldi vil, at vit framhaldandi menna eldraøkið til at taka støði í tørvinum hjá tí einstaka, og at hvør einstakur okkara fær eitt virðiligt og gott eldralív.