2 STÓR MÁL
ENN Í MENNING

 
green.gif

1

 

BURÐARDYGG FISKIVINNA
SKAL SKAPA VARANDI VIRÐI

Samgonan hevur seinasta valskeið framt fiskivinnunýskipan, sum tryggjar høvuðsvinnu okkara í komandi tíðum. Hóast nýskipanin ikki er liðugt ment, so eru grundreglurnar staðfestar, har fiskurin er tryggjaður sum ogn Føroya fólks, og har útlendskur ognarskapur ikki hevur rætt til fiskin. Nú skulu vit halda á at menna fiskivinnunýskipanina, so bæði verandi vinna, komandi vinnulív og føroyska samfelagið alt kann fáa sum mest burtur úr høvuðsvinnu okkara.

Tjóðveldi vil, at vit gera serstaka nýskipan fyri útróðrarflotan, og at vit skapa størri kapping og atkomumøguleikar. Vit vilja endurskoða og styrkja grundarlagið fyri menningarkvotum, stuðla undir menning, nýskapan og gransking við virðisøking fyri eyga, taka gjald av yvirnormalum vinningi og tryggja, at veiðigjøld og uppboðssølugjøld ikki verða drigin upp í manningarpartin.

 

2

 

ÍLØGUR Í ÚTBÚGVING OG
MENTAN
KASTA ALTÍÐ AV SÆR

Skúlaskapur, mentan og gransking í øllum liðum eru bulurin undir vitanarsamfelagnum, og tað er okkara skylda at tryggja, at vit eru millum fremstu tjóðir, tá ið umræður útbúgving og gransking. Seinastu árini hava vit millum annað økt mentanar- og listastuðulin. Fleiri útbúgvingar eru komnar kring alt landið og á Fróðskaparsetrinum, fleiri lestraríbúðir eru bygdar, og fleiri eru sloppin inn á sjúkrarøktarfrøðisútbúgvingina.

Tjóðveldi vil, at vit komandi árini raðfesta fleiri útbúgvingar kring alt landið, og at vit útbyggja musikkúlaskipanina um alt landið. At vit fara undir nýtt Fróðskaparsetur og harvið kampusøki. Granskingin skal styrkjast munandi, eitt Tjóðleikhús skal byggjast, ein altjóða maritimur útbúgvingardepil skal skipast, fjarlestrarmøguleikarnir økjast, ferðavinnudepil skal setast á stovn, háskúlarnir kring landið styrkjast, styttri handverkara- og yrkisútbúgvingar skulu raðfestast og viðurskiftini hjá lærlingunum betrast.